german  english  italy  poland  spain  hungary  lettland  sweden  japan  Färöer  serbia  france  russia  czech

Ævisøga

Ævisøga Frantz Fühmann endurspeglar broytingar og mótsetningar í tjúgundu øld sera væl.

Hann var borin í heim tann 15. Januar 1922 í Rochlitz and der Iser (í dag Rokythice nad Jizerou). Faðir hansara var apotekari.

Í 1932 byrjaði hann í Jesuittiska kostskúlanum í Kalksburg, nær Wien, og fór harfrá til Reichenberg (í dag Liberec) og Hohenelbe (í dag Vrchlabi). Í 1936 gjørdist hann limur í fasistiska fimleikafelagnum í Sudeten. Í 1938 gjørdist hann reiðmaður hjá SA (Storm troppar)

Í 1939 teknaði hann seg sjálvboðin til hertænastu, og var í 1941 sendur til Matura. Í 1945 var hann tikin fangi av russum, og eitt ár seinni finna vit hann í Antifa sentral skúlanum í Noginsk (nær Moskva) har hann byrjar at studera Marxismu.

Hann læs eisini á líknandi lærustovnum í Rjasan og Ogre næstu 4 árini.

Í 1949 valdi hann at seta seg niður í Eysturtýsklandi (móðir og systir hansara vóru tá eisini har).

Har starvaðist hann til 1958 sum skrivstovumaðurNDPD (National demokratiski flokkur Týsklands)

Síðan arbeiddi hann sum rithøvundur og umsetari burturav. Umsetingar hansara eru mest av lyriskum verkum úr Kekkia og Ungarn. Hettar gjørdi hann mest eftir at hann gavst at yrkja sjálvur. Verkið “Die Richtung der Marchen” frá 1962, er á ein hátt endin á hesum tíðarskeiðið.

Hansara verk í fimmtiárunum endurspegla tann Pathos sum fanst í Sosialistisku nýggu byrjanini. Hettar tíðarskeiði skrivar hann verk so sum “Die Nelke Nikos”, og “Die fahrt nach Stalingrad. Poem”

Franz skrivaði alla sína tíð fyri børn, og í samskifti við tey. Bøkur sum “Vom Moritz, der kein Schmutzkind mehr sein wollte“ (1959) ella “Die Suche nach dem wunderbunten Vögelchen“ (1960) eru byrjanin av hesum.

Seinni tekstir flyta seg, og tað óskyldiga hvørvur. Nazistabrotsverkini, og tað næsta ættarliðið trína fram. Her finna vit verk sum “das Judenauto” (1962) og “Kønig Ødipus” (1966)

Tekstirnir í sjeytiárunum flyta seg, og nærkast mythologi og hugflogi, dreymum og spæl við orðum. Sum dømi kann nevnast “Die dampfenden Hälse der Pferde im Turm von Babel“ (1978). Her spælir Franz við málið.

Hann fæst eisini við Essay. Vit kunnu nevna “Das mythische Element in der Literatur“ (1975) og “Fräulein Veronika Paulmann aus der Pirnaer Vorstadt” ella “Etwas über das Schauerliche bei E.T.A. Hoffmann“ (1979).

letzte Ruhestätte auf dem Friedhof in Märkisch-BuchholzVeruliga broytingin í lívi Fühmanns verður lýst í hansara Ungarn dagbók “Zweiundzwanzig Tage oder Die Hälfte des Lebens“ (1973). Á ein hátt er hettar hansara byrjan í bókmentaheiminum.

Søgur og frásagnir, bæði fyri børn og vaksin, so sum “Das Nibelungenlied“ (1971) og “Prometheus – Die Titanenschlacht“ (1974) eru tíðandi tættir í verkum hansara.

Marrulíknandi negativar hugmyndir eru høvuðs innihaldið í frásøguverkinum “Saiäns-Fiktschen” (1981).

“Die Rezeption der Lyrik Georg Trakls” vísir eitt nýtt hæddarpunkt í hvussu Fühmann viðgerð mótsetningar. Í “Vor Feuerschlünden“/ Ost („Sturz des Engels“/West, 1982 lýsir han við nærum maniskum tættleika royndina at loysa seg frá øllum ideologiskum lærusetningum.

Við sínum verimáta sum reiðiligur, og við grund í sosialismuni, kritiseraði hann eysturtúska mentanarpolitikkin, ið ofta var smáligur. (Uwe Kolbe, Wolfgang Hilbig). Hann var eisini ein fyrimynd fyri unga ættarliðið av rithøvundum í Eysturtýsklandi.


Übersetzung von Annette und Raymund Nielsen (Vestmanna, Føroyar)